Juventus er aftur á tindinum í italskum fótbólti. Felagið, sum í 2006 var tvangsniðurflutt til Seriu B og fekk frátikið Scudetto-heitini í 2005 og 2006 orsaka av “Calciopoli”-skandaluni, vann í gjárkvøldið 2-0 á Cagliari. Mirko Vucinic legði Juventus á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki var Juventus-verjuleikarin, Giorgio Chiellini, heppin ikki at fáa reytt kort. Stutt fyri tíð gjørdi Michele Canini sjálvmál fyri Caglliari.
Í Milano var grannauppgerð millum Inter Milan og AC Milan. Diego Milito legði Inter Milan á odda, men stutt fyri hálvleik javnaði Zlatan Ibrahimovic upp á heldur ivasamt brotsspark.
Seinni hálvleikur var bara sekundir gamal, tá Zlatan Ibrahimovic legði AC Milan á odda. Inter Milan bæði javnaði og legði seg á odda við brotsspørkum frá Diego Milito. Stutt fyri tíð skoraði brasilski høgri bakkurin, Maicon, til endaliga úrslitið, 4-2 til Inter Milan. Talan var um eitt dundurskot í handara málhorn.
Úrslitini merkja, at Juventus nú er fýra stig frammanfyri AC Milan undan seinasta leikumfari og er italskur meistari. Hetta er Scudetto heitið nummar 28 hjá søguríka Torino felagnum.