Juventus varð í fjør sum partur av einari gølu flutt niður í Seriu B, men tað tók ikki felagnum meir enn eitt kappingarár at vinna seg upp í bestu deildina aftur. Við einum 5-1 sigri á Arezzo um vikuskiftið gjørdi Juventus bart, og vann Seriu B trygt við átta stigum niður til nummar tvey.
Við Juventus í bestu deildina flytur Genoa, sum somuleiðis bleiv flutt niður av gøluni. Hetta var tó fyri tveimum árum síðani, tá ið teir vórðu fluttir niður í Seriu C. Teimum hevur harvið eiheldur tørvað meir enn neyðugt at koma aftur í Seriu A.










