Tá skipið mikukvøldið fór úr Hirtshals skipaði samkoman á Malta fyri farvælmøti. Herman Mørkøre, sum er ein av stigtakarunum til nýggja skipið, segði m.a., at mongu ætlanirnar, sum lógu í kortinum, áðrenn skipið varð keypt, eru ikki til í dag, men skipið er keypt og er nú liðugt at fara í sigling.
16 fólk eru við á hesum fyrsta túrinum. Gullak Madsen, sum sjálvur hevur átt skip í fleiri ár, er skipari á ferðini til Føroyar. Brøðurnir Sámal og Sólbjørn á Toftini, Helgi Laksafoss, Olaf Olsen, Skærði Thomassen og Óli Steinberg eru mynstraðir sum manning á ferðini til Føroyar.
Juvel II hevur áður siglt fyri donsku sjóverjuna, og var áður grámálað eins og øll hini skipini. Nú er tað hvítmálað. Júst henda litbroytingin verður tikin sum eitt ítøkiligt tekin um, at skipið ikki longur er í eini jørðiskari hertænastu, men í eini andaligari hertænastu. Hetta kemur greitt til sjóndar, tí frammi á bógnum er kristna fiskateknið ICTUS málað, og á skorsteininum er ein opin bíblia málað við áskriftini Jóhannes 3,16.
Tá skipið kemur á Klaksvík verður móttøka, har Klaksvíkar hornorkestur spælir og sangkórið í Betesda kemur at syngja. Røður verða hildnar, har eisini 92 ára gamli Jógvan Gerðalíð kemur at siga nøkur orð.
Juvél II er skrásettur á oyggjunum Saint Kitts og Nevis, við heimstaði í Bassaterre.










