Justin Bieber var ótrúgvur

Parið Justin Bieber og Selena Gomez, kent sum Jelena, fóru frá hvørjum øðrum í novembur 2012. Nú, tá ið fólk endiliga eru liðug við at syrgja yvir harmiliga endan á parlagnum, setti blaði “Life&Style” gongd á aftur, tí at nú siga keldur, at Justin Bieber var ótrúgvur ímóti Selenu Gomez.

 

Parlagið millum Justin og Selenu hevur tó verið skiftandi síðani novembur 2012, men nú hevur Selena gjørt ein ordiligan enda á tí. Orsøkin er, eftir øllum at døma, at Justin hevur verið henni ótrúgvur við Rihannu í februar 2011. Tá var teirra parlag júst blivi álvarsamt. Ein innanhýsis kelda sigur, at Selena bleiv púra knúst av tíðindunum og byrjaði at seta spurningar til alt parlagi hjá teimum.

 

Tað sigst, at Justin og Rihanna møttust til ein dyst í kurvabólti tann 20. februar 2011. Tey møttust og fóru so saman. Nøkur seta spurning við, um hetta ikki var ólógligt, tí at Rihanna var 23 ár og Justin var bert 16 ára gamal. Eisini brúktu tey tíð saman síðsta novembur, tá ið tey bæði framførdu í einari sjónvarpssending. Keldan sigur, at tey sníktu seg til Hotel Gariffe og tey vóru einsamøll, tað syrgdu trygdarvørðarnir fyri.

 

Tó noktar Justin Bieber fyri, at hann hevur verið ótrúgvur. Keldan meinar, at Justin Bieber ikki vil viðganga tað, tí hann ikki vil skelka og øsa teir tannáringarnir, ið kalla seg Beliebers.

 

(Kelda: www.heavy.com)

 

Skrivað hevur: Arnborg Lervig