Hon varð borin í heim í Sumba 1924. Foreldrini vóru Elsebeth Maria og Hans Petur Kjærbo, vanliga kallaður Ebban og Petur Eystan Á. Justa var nr. 5 av 7 systkjum. Í dag eru trý á lívi, beiggin Erling og systurin Petrea og búgva tey í Sumba.
Justa átti ein beiggja giftan í Fuglafirði. Hon kom norður til hansara at tæna. Har hitti hon mann sín, Símun Paula, hann var einabarn hjá Rakuli og Hans Sigmund Poulsen. Justa og Símun Pauli giftust 6. januar 1951, búðu í heiminum hjá Paula saman við foreldrum hansara, til tey bygdu heim teirra í Rossagerði í 1969 og har tey búgva í dag. Tey eiga trý børn, tvær døtur, sum búgva í Fuglafirði, og ein son, sum býr í Runavík, fimm barnabørn og eitt langommu- og langabbabarn.
Tey, ið vilja gleða Justu á føðingardegnum, eru hjartaliga vælkomin í heimið hjá dóttrini og versoninum Ebbu og Erlingi, har føðingardagurin verður hildin sunnudagin 19. september frá kl. 17.00.
8. februar í ár fylgi Símun Pauli áttati ár. So tykkum báðum verður ynskt hjartaliga tillukku og Guds ríku signing.










