Júst sama veljaratal á middegi

Á middegi høvdu 67 veljarar greitt atkvøðu í Nes kommunu, og tað er júst sama tal sum á seinasta fólkatingsvali.

Á middegi í dag høvdu 67 veljarar greitt atkvøðu í Nes kommunu, og tað er júst sama tal sum á middegi á seinasta fólkatingsvali. 

 

Ólavur Magnussen, valnevndarformaður, sigur, at við tað, at fólkatalið í Nes kommunu er vaksið við 23 fólkum síðan seinasta fólkatingsval, er valluttøkan higartil í dag heldur minni enn á undanfarna fólkatingsvali.

 

- Á fólkatingsvalinum seinast høvdu 7,9% av veljarunum greitt atkvøðu á middegi, og í dag er talið 7,7%, sigur hann.

 

Til fólkatingsvalið í dag hava 871 fólk valrætt í Nes kommunu. 

 

- Á seinasta fólkatingsvali høvdu 848 fólk valrætt, og tá var valluttøkan 63,2%, sigur Ólavur Magnussen.