Tá Viktor Jusjtsjenko gjørdist forsetin í Ukraina, var tað við góðum stuðuli frá  Oleksandr Zintsjenko, sum var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri kollveltingina ímóti stýrinum hjá gamla einaræðisharranum Leonid Kutsjma. Síðani hevur Zimtsjenko verið leiðari fyri umsitingini hjá forsetanum, men týsdagin kunngjørdi hann, at hann hevði gjørt av at fara úr starvinum. 
Á einum tíðindafundi greiddi hann frá, at fleiri av teimum næstu medarbeiðarunum hjá forsetanum eru "til sølu". Hann nevndi nakrar við navni, eitt nú ovastan í tjóðskaparliga  trygdarráðnum, Petro Porosjenko, forsetaráðgevan Olaksandr Tretjakov og Mykola Martynenko, sum er formaður í tingbólkinum hjá flokki forsetans. 
- Teir eru allir til sølu, og tekur forsetin ikki málið í álvara og gevur teimum sekkin alt fyri eitt, var kollveltingin til fánýtis, segði Zimtsjenko. 
Fyrrverandi umsitingarleiðarin hjá Jusjtsjenko vil vera við, at teir tríggir eru í ferð við at taka stjórnina av ræði, og at teir hava lagt ætlanina soleiðis til rættis, at forsetin fær einki at vita. 
Sambært Reuters hevði Jusjtsjenko fund við Juliju Timosjenko, forsætisráðharra í gjár, har tey bæði skuldu royna at loysa kreppuna. 
Men skuldsetingin um svik og mutur er ikki tann einasti trupulleikin, sum Jusjtsjenko hevur at dragast við. Hann er í øðini um, at tjóðartingið ætlar at broyta grundlógina, so tað verður tingið, sum skal tilnevna stjórnina og ikki forsetin sum nú. Jusjtsjenko hevur hótt við at leggja málið fyri eina fólkaatkvøðu, og í løtuni er dómsvaldið í ferð við at kanna, um tað ber til.










