Juridisk finta í Eik-málinum

Nevnd, leiðsla og grannskoðarar hjá danska partinum av kollsiglda Eik-Banka føra nú fram, at Fíggjarligt støðufesti als ikki kann stevna teimum

Fíggjarligt støðufesti hevur reist krav upp á 250 mió kr. móti fyrrverandi stjórum, nevndarlimum og grannskoðarum hjá danska partinum av Eik-Banka.

 

Men sakførararnir hjá teimum stevndu føra nú fram, at fíggjarligt støðufesti als ikki heimild at stevna. Teir vísa á grein í donsku partafelagslógini, har tað verður sagt, at skal slíkt sakarmál førast, so skal avgerð takast um hetta á aðalfundi, og hetta er ikki gjørt.

 

Fíggjarligt støðufesti viðurkennir, at eingin aðalfundir hevur samtykt, at leiðsla og grannskoðarar skulu stevnast, men har verður tó mett, at hetta ikki hevur týdning fyri stevningina.

 

Líknandi spurningur varð reistur í málinum um Ebh Bank, men har tók Hægstirættur avgerð um, at málið skuldi halda fram. Teir stevndu siga tó, at málið viðvíkjandi Eik Banka er øðrvísi, tí Ebh longu var farið á húsagang, tá Fíggjarligt støðufesti tók yvir felagið.

 

Á heimasíðuni, epn.dk, verður sagt, at teir tríggir dómararnir í landsrættinum innan ein mánað taka avgerð um, um málið skal halda fram, ella um tað skal fell burtur.