Jupiter á Tvøroyri við 1100 tonsum

Heimasíðan hjá Varðanum veit í dag at siga, at Jupiter, sum hevur partrolað saman við Vesturvón, er á veg á Tvøroyri við 1100 tonsum av makreli og sild.

Makrelurin telur umleið 1000 tons - og sildin eini 100 tons av samlaðu veiðini.

Jupiter, sum hevur roynt heilt har eysturi móti markinum til ES-sjógv, verður sambært heimasíðuni á Tvøroyri klokkan 03 í nátt, og tað fer at taka sløk tvey samdøgur at framleiða fiskin.

Á Varðanum Pelagic á Tvøroyri verður fiskurin virkaður so hvørt, sum hann verður landaður.