Jupiter landar makrel

Nøgdin er umleið 150 tons, og prísurin er 4,70 fyri kilo. Í nátt kom Jupiter á Kollafjørð við makrellast, sum teir beinanvegin fóru undir at landa.

Teir hava hálvtannað hundrað tons, og prísurin er 4,70 krónur fyri kilo, veit heimasíðan hjá reiðarínum, vinnan.fo, at siga.

Jupiter hevur roynt í føroyskum sjógvi. Teir royndu fyrst eystanfyri og suður ímóti bretska markinum. Har var nakað at síggja, men tað var smátt, og nógv sild var blandað uppí.

Síðani fóru teir norðurum, og tá sóu teir nógva sild.

Tá ið teir komu norður á 64 stig norður og 8 vestur lá betri fyri. Tá fingu teir í trimum tovum umleið 150 tons. Støddin var í miðal 370 gram.

Tað eru fimm nótaskip, sum eiga 11.335 tons. Finnur Fríði var í vikuni á Kollafirði, og Tróndur í Gøtu og Fagraberg fóru avstað í vikuni.

Ídnaðarskipini eiga 1300 tons, og onnur eiga 1300 tons av kvotu. Hetta er býtið av fyribils kvotuni, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyrst í vikuni lutaði til føroyska flotan at fiska í føroyskum sjógvi.