Føroyska uppsjóvarskipið Jupiter er í hesum døgum á beding í skipasmiðjuni MEST í Havn, har skipið verður riggað til makrelfiskiskapin í august. Tað upplýsir Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum, ið eigur skipið.
- Ymisk smáttaríir verða gjørd og okkurt smávegis við motorinum, so at hann verður klárur, tá makrelsesongin byrjar um hálvan august, sigur Jákup Jacobsen.
Fyrr í summar hoyrdist annars, at Jupiter skuldi seljast av landinum og at áhugaðir keyparar vóru til skipið. Í fyrstu atløgu gjørdist tað ikki til nakað, men reiðarin upplýsir, at áhugi altíð er fyri skipunum hjá Varðanum.
- Tað verður alla tíðina spurt eftir okkara skipum. Men tað eru serliga Jupiter og Høgiklettur, ið vit eru áhugaðir at selja, um vit fáa ein rímiligan prís, upplýsir Jákup Jacobsen, ið sigur at hóast einki ítøkiligt er í løtuni, so ganga sølur skjótt fyri seg.