Talan hevur verið um eina góða byrjan upp á árið hjá virkinum Havsbrún í Fuglafirði. Tað gekk nevniliga nærum ikki dagur í januar, har okkurt skip ikki var og landaði svartkjaft hjá virkinum. Til tíðir lógu skip og bíðaðu á Fuglafirði fyri at sleppa framat og landa.
Nú vit skriva februar tykist góða gongdin at halda fram. Í nátt kom nevniliga uppsjóvarskipið Jupiter, ið hevur roynt sunnanfyri, á Fuglafjørð við 700 tons av svartkjafti, ið vórðu landa til Havsbrún. Tað skrivar Havsbrún á síni heimasíðu.

Jupiter á Fuglafjørð





