Amerikanska rúmdarfarið Juno fór í gjárkvøldið undir ta longu ferðina til gongustjørnuna Jupiter. Juno varð skotið út í rúmdina frá Cape Canaveral í Florida við einari Atlas-rakett, og harvið byrjaði ferðin, sum fer at taka fimm ár.
Juno kemur ikki aftur á jørðina, men skal ætlandi senda vísindini ein hóp av upplýsingum um Jupiter. Eitt nú bíða vísindafólk við spenningi eftir upplýsingum, sum kanska kunnu geva eina ábending um upprunan hjá Jupiter og okkara sólskipan sum heild.
Ferðin hjá Juno hevur serligan áhuga í Danmark, tí umborð á farinum er eitt myndatól, sum er gjørt í Danmark. Í tvey ár hava 15 fólk arbeitt við at menna myndatólið, skrivar DR.










