Leygardagin 9. mars vóru hávlfinalurnar og sjálv finalan í steypakappingini í bridge leiktar í skúlanum í Runavík. Tey fýra liðini, ið høvdu spælt seg til hálvfinalurnar, vóru hesi:
Per Kallsberg
Per Kallsberg ? Dánjal Pauli Mohr, Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen
Eyðun Anthoniussen
Eyðun Anthoniussen ? Símin Lassaberg, Magni Jøkladal ? Robert Langaard
Junior Buss Taxa
Bogi Simonsen ? Rói á Rógvu Joensen, Arnbjørn Sivertsen ? Hans Jacob Petersen
Marner Joensen
Marner Joensen ? Árni Dam, Høgni Vesturklett ? Gunnar Mouritsen
Í tí einu hávlfinaluni møttust liðini hjá Per Kallsberg og Eyðun Antoniussen, hin hálvfinalan var millum liðini hjá Junior Buss Taxa og Marner Joensen. Liðið hjá Eyðun Antoniussen syrgdi fyri, at teirra dystur móti Per Kallsberg ikki gjørdist serliga spennandi, Eyðun Antoniussen vann ein sera tryggan sigur uppá 106 ? 64. Hin hávlfinalan millum Junior Buss Taxa og Marner Joensen gjørdist sera spennandi og væl leikt, tá ið avtornaði vann liðið hjá Junior Buss Taxa tó við 64 ? 52.
Finalan var sostatt millum Eyðun Anthoniussen og Junior Buss Taxa. Í finaluni vóru 4 sektiónir uppá 10 spøl leikt. Her vóru sera nógv svingspøl, so úrslitini fyri hvørja sektión vóru eisini heilt misjøvn. Tá ið 20 spøl vóru leikt, var liðið hjá Junior Buss Taxa aftanfyri við 46 imp. Hetta er ein munur, sum ikki er lættur at vinna innaftur í bridge. Men við góðum spælið og fitt av hepni eydnaðist Junior Buss Taxa at vinna sektión 3 við heili 56-0. Nú var aftur spenningur í. Sektión 4, hevði ikki tað heilt stóra at bjóða uppá, og endaði hon nær um javnt, og sostatt vann liðið hjá Junior Buss Taxa finaluna og er steypavinnari í Bridge 2003. Vinnarin av finaluni skal umboða Føroyar í sera sterkari kapping, ið verður leikt í Rottneros í Svøríki í døgunum 9-11 mai 2003. Í kappingini luttaka allir teir norðurlensku steypavinnararnir.
Tøl frá finaluni
Spæl Eyðun Junior
1-10 36 27
11-20 46 7
21-30 0 56
31-40 11 18
Tils. 93 108
Eitt av spølinum, sum kostaði Junior Buss Taxa dýrt, var hetta:
Gevari: V/A
Vestur: Eystur:
Sp: D1072Sp: EK
Hj: 6Hj: E943
Rú: EKDB1082Rú: 9
Kl: 9 Kl: ED765
Meldingarnar eru:
VesturEystur
BogiRói
1rú2kl
2rú 2hj
3nt
Sjálvur haldi eg, at eg ikki meldaði mína hond serliga væl. 2rú er ok, men at leypa í 3nt eftir at makkarin meldaði nýggjan lit og soleiðis vísir styrki, er ikki eitt gott meld. Makkarin hevði ongan møguleika fyri at vita, at mín rútari er gangandi, og valdi tað sikra. Tað kostaði 13 imp, tá ið Símin og Eyðun meldaðu og vunnu 6 rút. Teir meldaðu kortini soleiðis:
VesturEystur
SíminEyðun
1rú1hj
1sp2kl
3rú4ut
5sp6rú
Landsliðini sett
Føroyski landsliðsvenjarin, danin Svend Novrup, hevður nú úttikið landsliðið, ið skal umboða Føroyar í Norðulandameistarakappingini, sum verður í Føroyum í mai 2003. Leikarnir eru:
Bogi Simonsen ? Rói á Rógvu Joensen
Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen
Dánjal Pauli Mohr ? Per Kallsberg
Kvinnulandsliðið sær soleiðis út:
Marjun Restorff ? Arnleyg Mikkelsen
Jóna Grunnveit ? Henriette Svenstrup
Laila Danielsen ? Maria Christiansen
Marner Joensen, liðskipari og venjari
Mynd: Junior buss taxa
Liðið hjá Junior buss taxa vann steypakappingina um vikuskiftið. F.v. Rói á Rógvu, Bogi Simonsen, Arnbjørn Sivertsen og Hans Jacob Petersen









