HÚSASØLUR: - Tað eru kanska tey sum halda, at tað verða seld fleiri hús í Havn, enn kring oyggjarnar. Men tað vísa hagtølini ikki.
- Bæði í 2010, í 2011 og í fjør vórðu seld fleiri hús uttan fyri Havnina. So tí ber illa til at tosa um, at tað bert er ein marknaður fyri sethús í høvuðsstaðnum.
Tað sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, sum hevur hugt eftir tølunum fyri sethúsasølur hesi farnu árini. Tað er í roynd og veru bert í ár, at fleiri sethús eru seld í Havn enn aðrastaðni kring oyggjarnar.
Í farnu viku var eitt ávíst orðaskifti um sethúsamarknaðin. Her varð nevnt, at marknaðurin uttanfyri høvuðsstaðin var deyður. Hesum er Søren Bruhn ikki samdur í. Hann veit sjálvandi mest um viðurskiftini í Suðuroy, og her verða sethús ofta seld við persónligari kontakt og ikki umvegis eina meklarafyritøku.
- Ja, ein frættir ofta at eini hús eru til sølu. So vendir keyparin sær beinleiðis til seljaran fyri at kanna húsini og hoyra um prísin. Og so byrja samráðingarnar millum partarnar og at enda verður tosað við til dømis Suðuroyar Sparikassa, sigur Søren Bruhn við Portalin.
Tað vísir seg rættiliga ofta eins og talan var um junglutrummur - at fólk venda sær til ein seljara, bert fáar tímar eftir at hesin hevur sagt frá, at hann umhugsar at selja húsini.
Søren Bruhn vísir tó á, at tað kann vera truplari at fáa rætta prísin, um ein meklari ikki er við í tilgongdini. Men sum hann sigur:
Henda munn-til-oyra-skipanin virkar væl í einum so avmarkaðum øki sum okkara við lágum húsaprísum. Og hon er somuleiðis bæði skjótari og bíligari.
Suðuroyar Sparikassi hevur tey seinnu árini yvirtikið fleiri sethús, men trupult hevur ikki verið at selja tey aftur innan rímiliga tíð.
- Vit kenna tí okkum illa aftur í myndini sum verður víst, at marknaðurin er púra deyður í Suðuroy. Tað kann vera, at marknaðurin hjá meklarunum er deyður uttanfyri Havnina, men her hjá okkum verða sethús kortini keypt og seld við sama lag.
Sambært heimasíðuni hjá EIK Banka vóru 173 sethús seld í 2010 av hesum 71 í Havn. Í 2011 vórðu 209 hús seld av hesum 63 í Havn, og í fjør vórðu 236 sethús seld av hesum hesum 76 í Havn.
Higartil í ár eru 48 sethús seld 26 í Havn og 22 aðrastaðni kring oyggjarnar.
Tilvildarlig mynd: hvalba.fo