June Belli er deyð

Einkjan eftir Peter Belli gjørdist 75 ár.

June Belli er farin foldum frá, 75 ára gomul.

 

Plátufelagið Target Group boðar í tíðindaskrivi frá hesum vegna familjuna.

 

June Belli andaðist í heiminum í gjár, 20. mars 2024.

 

June og Peter Belli giftust í 1967. Tey fingu 3 børn.

 

Peter Belli andaðist 8. juni 2023, stutt innan 80 ára føðingardag sín.

 

Sangarin Peter Belli var virkin í danska tónleikalívinum í meira enn fimm áratíggju, og gav eini 40 útgávur út.

 

Mong kenna óivað eisini rødd hansara frá teknifilmum, og hann hevði eisini leiklutir í filmum og sjónvarpsrøðum.

 

Peter Belli var væl kendur í Føroyum, her hann eisini vitjaði á drúgvu tónleikaleið síni.