Jumpin Jack løgdu fyri og settu hol á Asfalt-skránna Jumpin Jack er bólkur, ið er mannaður við ungum monnum og kvinnum.
Tey eru 4 í bólkinum og tey spæla blueskendan jass og nokk tað, ið nevnt á tónleikamálið verður standards. Hetta er tilfar, ofta jazzkent, ið fellur væl í oyruni og sum er ?almenn vitan? hjá tónleikarum, ið fáast við slíkan tónleik.