Julie Maria ynskir gott nýggjár

Gott nýggjár føroyingar. Eg havi bert gott at siga um alt tað fólki, ið eg hitti á míni ferð í tykkara vakra landið.

Tann bera og einsliga natúran vakti ein djúpan longsul í mær. Ein longsul, ið eg sum sangskrivari livi av. Eg upplivdi eina sjáldsama friðsælu og reinleika í Føroyum, ið eg einans havi upplivað heilt fá støð í heiminum. Tað vakti okkurt í mær, og eg fekk nýggjan íblástur. Hetta er lívsorkan fyri ein sangskrivara, og fyri øll fólk. Tí ynski eg tykkum øllum eina rúgvu av gevandi lívsorku og kærleika. Eg vóni, at eg aftur sleppi at vitja tykkum og spæla fyri tykkum í hesum komandi árinum.