TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá tí seinasta hálva minuttinum tá Kyndil vann ein lemjandi 25-13 stórsigur á H71 í høllini á Hálsi í Havn.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við ein fegnan venjara hjá Kyndli, Julian Johansen.
Julian Johansen heldur, at við David Edvardsen aftur á liðnum hevur Kyndil ein breiðari hóp til seinnu hálvu av landskappingini, og til steypakappingina sum byrjar um 14 dagar.
Stórsigurin kemur væl við hjá Kyndli, og Julian Johansen er sera fegin um avrikið. Hann undirstrikar tó, at hann hevði als ikki vænta ein stórsigur til Kyndil í dag.
Úrslitini í FTZ-deildini í dag:
Kyndil-H71 25-13 (14-7)
Neistin-Team Klaksvík 26-23 (13-11)
VÍF-KÍF 27-24 (14-14)
| Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| NEISTIN | 15 | 389 | 336 | 53 | 24 |
| H71 | 15 | 384 | 375 | 9 | 21 |
| KYNDIL | 14 | 347 | 333 | 14 | 15 |
| VÍF | 13 | 386 | 374 | 12 | 14 |
| TEAM KLAKSVÍK | 15 | 353 | 387 | -34 | 12 |
| STÍF | 14 | 370 | 396 | -26 | 7 |
| KÍF | 14 | 349 | 377 | -28 | 7 |










