Annan leygardag verður sjøtul settur á eitt nýtt kappingarár í Onglandi. Nógvir føroyingar fylgja við í eingilskum fótbólti, har føroyingar taka á við Manchester United, Liverpool, Arsenal, Chelsea, Tottenham og fleiri øðrum liðnum. Og so eru tað tveir, sum halda við Everton!
Eingin ivi er um, at tað í komandi kappingarári fer at verða fylgt væl við, hvussu tað fer at hilnast hjá Hull. Frá tíðini undan 2. heimsbardaga og inntil í seksti árunum var býurin væl kendur í Føroyum, tí føroysk skip ofta seldu ísfiskalastir har.
Nú verður býurin áhugaverdur, tí ein føroyskur fótbóltsspælari skal vera við til at lyfta Hull City úr fjórði bestu deildini og upp har, sum bæði tann hálva milliónin, sum býr í Hull, og onnur halda, at tað hevði verið meiri hóskandi, at liðið átti at spælt.
Stór kapping
Julian Johnsson hevur fingið sína søk fyri, men hann ætlar sær ikki niður við nakkanum:
? Vit eru 24 fulltíðar yrskisspælarar, sum stríðast um at sleppa á besta liðið. Tríggjar tær fyrstu vikurnar gjørdu vit lítið annað enn at renna, men nú eru vit farnir at venja við bólti og at spæla venjingardystir.
Annan leygardag skal Hull í fyrsta umfarinum í landskappingini spæla á útivølli ímóti Exeter.
Roknar tú við at fáa møguleikan á besta liðnum?
? Tað vóni eg sjálvandi, men tað er stór kapping um plássini. Vit spæla 4?4?2, og vit eru seks spælarar, sum stríðast um tey bæði sentralu miðvallar plássini. Millum aðrar kappist eg við Phil Popp, sum er 31 ára gamal og júst er komin frá Leicester, har hann hevur verið í fýra ár, og so við onkrar spælarar, sum eru komnir frá Bradford og Tottenham, har teir ikki hava megnað at gjørt seg galdandi. Men uttan mun til, hvussu tað verður nú beinanvegin, so rokni eg avgjørt við at sleppa at royna meg. Kappingarárið er langt, og vit skulu spæla kanska einar hálvt hundrað dystir.
Gott skoðsmál
Týskvøldið spældi Hull á heimavøllinum, Boothferry Park, ímóti skotska Kilmarnock. Hull vann 3?1. Eins og í venjingardystinum, sum teir í vikuskiftinum spældu ímóti Sheffield Wednesday, so spældi Hull við einum liði í 1. hálvleiki og einum heilt øðrum liði í 2. hálvleiki. Julian spældi í 2. hálvleiki. Hull vann 3?1, og øll málini vórðu skorað eftir steðgin.
Julian skoraði eitt mál fýra minuttir eftir steðgin, men dómarin kolldømdi tað fyri rangstøðu. Julian heldur, at tann dómurin var ivasamur. Sambært eingilskar fjølmiðlar legði Julian við einari sending í dýpdina upp til 3?1 málið.
Venjari í Hull City er Brian Little. Miðskeiðis í níti árunum var hann venjari í Aston Villa, sum tá kappaðist við tey bestu. Í síni fótbóltstíð spældi Brian Little m. a. við Newcastle.
? Eg havi skift orð við hann, men hann tosar ikki so nógv við spælararnar. Bæði í dystinum ímóti Sheffield Wednesday og ímóti Kilmarnock segði venjarin, at tað gekk best hjá tí liðnum, sum eg var so heppin at vera á. Tað ger tað sjálvsagt uppaftur hugaligari og styrkir um trúnna uppá, at eg fari at sleppa upp í part. Kappingin er ógvuliga hørð, men tað visti eg av, og eg eri til reiðar at stríðast alt tað, sum skal til.
Líka væl landsliðið
Í fyrradagin fekk Julian Johnsson landsliðsboð. Allan Simonsen og hansara menn skulu til Jugoslavia, og Julian gleðir seg nógv at hitta landsliðsfelagarnar. Henda fyrsta mánaðin hevur hann búð á gistingarhúsi. Familjan hevur verið saman við honum, men nú eru tey farin til Føroya at ferðast. Tey rokna við at hús verða tøk at flyta í um einar tvær vikur.
Hvat siga teir til, at tú akkurát nú tað verður farið undir landskappingina, fert úr felagnum fyri at umboða Føroyar?
? Tað havi eg tosað við teir um, og teir eru sera positivir. Teir siga, at teir kenna tað sum ein heiður, at spælarar úr Hull taka lut í landsdystum.
Í kvøld skulu Julian og teir aftur í eldin. Teir skulu spæla venjingardyst á heimavølli ímóti jugoslaviska FK Obilic úr Beograd, sum m. a. fyrireikar seg til fyrsta innleiðani umfarið í UEFA Cup. Har verður fyrri dysturin spældur mitt í komandi viku.
Áðrenn teir í Hull fóru undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið hildu spælararnir summarfrí. Julian kom beinleiðis úr norsku landskappingini og til Hull.
Ert tú ikki troyttur av fótbólti?
? Eg havi sjálvur valt hetta her, so tað kann er ikki vera. Eg rokni ikki við at fáa frí fyrrenn komandi summar. Tað er útilokað at koma heim at halda jól, tí tað eru nógvir dystir á skránni um ársskiftið. Men eg taki ein dag í senn, og so gleði eg meg at vera saman við landsliðnum, sigur Julian Johnsson.