TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Julian Johansen, aftaná 22-24 (9-10) tapið hjá Kyndli ímóti H71 í bólkaspælinum í Coca Cola steypakappingini.
Julian er harmur um tapið, men hann er leikliga nøgdur við avrikið hjá sínum monnum. Hann heldur ikki, at tað er H71, sum vinnur dystin, men heldur Kyndil, sum tapir hann, sum hann málber seg.
Kyndil spælir bólkafinalu ímóti StÍF inni á Skála komandi leygarkvøld, og har fer Julian í leiklutin, sum "underdog" og metir StÍF verða "stórfavoritt" til at vinna dystin. So sálarliga krígsførslan er longu byrjað.
3. umfar :
Mikudagin 27.01.2016 kl. 19.30 H71 2 – H71
Leygardagin 30.01.2016 kl. 18.00 StÍF – Kyndil
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | StÍF | 2 | 56 | 39 | 17 | 3 |
2 | H71 | 2 | 45 | 43 | 2 | 3 |
3 | Kyndil | 2 | 46 | 45 | 1 | 2 |
4 | H71 2 | 2 | 39 | 59 | -20 | 0 |