Ongland
Sum nevnt í leygardagsblað okkara, so stóð heilt nógv á hjá Julian Johnsson og liðfeløgunum í Hull undan vikuskiftinum.
Sjey dystir á rað uttan sigur høvdu sent liðið langt afturum tey bæði oddaliðini, og skuldi Hull ikki missa sambandið við triðja beinleiðis uppflytingarsessin, so var alneyðugt við einum sigri, tá Exeter vitjaði leygardagin.
Á talvuna
Tað eydnaðist eisini Hull at vinna dystin 2-0, og tað var eingin annar enn Julian, sum gjørdist stóra hetjan. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fluktaði føroyingurin bóltin í kassan úr stuttari fjarstøðu til 1-0.
Hetta var næsta málið hjá Julian í ár, og sum skilst í ensku miðlunum, so var hetta eisini heilt í tráð við spælbýtið fram til tá.
Hull hevði eisini yvirvág, tá sum eftir var av dystinum, men tað gekk tó rúm tíð, áðrenn teir kundu kenna seg tryggar. Exeter royndi at standa ímóti, men tá toppskjuttin hjá Hull, Graham Alexander, miðskeiðis í seinna hálvleiki skeyt sítt 20. mál hetta kappingarárið, var leyst og liðugt hjá Hull.
Eisini hini liðini í oddinum vunnu sínar dystir, so sigurin førdi ikki Hull nærri uppflytanini, men sálarligi týdningurin av sigrinum kann neyvan undirmetast.