Julian skal venja Fremad

Fremad Amager hevur styrkt um venjarapartin hjá felagnum. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin, Julian Hansen, skal vera hjálparvenjari hjá felagnum

Tað er serliga við atliti at stuðla og menna føroysku spælararnar í hópinum, at Julian er settur.

Hann kemur tó hinvegin eisini at virka sum partur av venjingarliðnum kring allan hópin. Julian hevur búleikast í Danmark tey nógvu seinastu árini, og hann hevur eisini tikið donsku venjaraútbúgvingina.

Fyrraárið var hann eitt skifti í Føroyum, tá hann seinasta partin av kappingarárinum var venjari hjá HB, eftir at felagið hevði sent táverandi venjaran, Heine Fernandez, til hús. Í Danmark hevur hann eisini virkað sum venjari. Seinast hjá Skjold.

Julian var eisini partur av føroyska landsliðnum fyrstu altjóða árini. Men eftir dystin í Parkini, har Føroyar taptu 4-1 móti Danmark, boðaði hann frá, at hann gavst á landsliðnum.