ÍSLAND
Tað er fyri fleiri vikum síðani avgjørt, at KR úr Reykjavík hevur endurvunnið meistaraskapin. Men tað er kortini stórur spenningur í landskappingini, nú bara eitt umfar er eftir at spæla. Síðsta umfarið verður spælt leygardagin, og tá sær skráin soleiðis ut: FH?KR, Fylkir?Valur, Grindavík?KA, Fram?Þróttur og ÍBV?ÍA.
Tað er spenningur um, hvør skal vinna silvurmerkini, og tað er serligur spenningur um, hvørji feløg fara at flyta niður í næstbestu deildina.
Í silvurstríðnum liggur ÍA best fyri. Julian Johnsson og liðfelagarnir høvdu hesa ferð vitjan av Grinavík, sum varð sent til hús við 2?1 tapi. Stéfan Þórðarson skoraði bæði málini hjá ÍA.
Fylkir var leingi næstfremst, men nú eru teir dotnir niður á fjórða plássið. Hesa ferð vóru teir á Akureyri, har KA, sum alt kappingarárið hevur verið millum botnliðini, vann 2?1 og akkurát lyfti sær upp um niðurflytingarstrikuna.
Størsta hóttanin ímóti næstfremsta plássinum hjá ÍA er FH av Hafnafirði. FH var hesa ferð á útivølli í Reykjavík ímóti Þrótti, sum legði rygg til størsta tapið hesa ferð. FH vann 3?0.
Í síðsta umfarinum hava bæði FH og ÍA torførar uppgávur. FH eigur heimavøll ímóti meistaraliðnum úr KR, sum ivaleyst vil runda av við sigri, tá ið teir skulu fáa gullkrónurnar. ÍA skal spæla á útivølli í Vestmannaoyggjunum, har ÍBV ikki heilt er komið undan niðurflytingar hóttanini, men tað skal vilja heilt illa til hjá oyggjamonnum, um teir ikki skulu hóra undan. At teir rættuliga hava spent seg út fyri at varðveita plássið í bestu deildini, fekk meistaraliðið úr KR at síggja í vikuskiftinum, tá ið teir á heimavølli taptu 2?0 ímóti ÍBV. Vestmannaoyggjarnar skoraðu málini í 74. og í 84. minutti.
Trongt í botninum
Tvey feløg fara at flyta niður. Undan síðsta umfarinum eru tað høvuðsstaðar feløgini Valur og Fram, sum eru aftast við 20 stigum. KA hevur 21 stig, Grindavík og Þróttur 22 og ÍBV hevur 23 stig.
Tá ið bara eitt umfar er eftir, og tá ið fleiri feløg skulu spæla fyri lívinum, ber illa til at meta um, hvussu tað fer at hilnast. At okkurt heilt óvæntað kann koma fyri var úrslitið hjá ÍBV í Reykjavík í næstsíðsta umfarinum gott dømi um.
Grindavík og KA skulu spæla. Tað kann væl vera, at bæði feløgini fáa nýtt atgongumerki til bestu deildina, um tað verður javnleikur, men tað er ikki víst. Valur skal spæla grannadyst ímóti Fylkir, sum luftin tykist vera farin úr, og hjá Fram tykist tað ikki vera vónleyst at vinna á heimavølli ímóti grannunum úr Þrótti.
Tá ið landskappingin verður liðug, verður farið undir hálvfinalurnar í steypakappingini. Har eru ÍA og Julian Johnsson framvegis uppií.