Í komandi viku fyrireikar Sogndal seg í Onglandi til kappingarárið, har tað fer at snúgva seg um at varðveita plássið í bestu deildini
At vera fulltíðar yrkisfótbóltsspælari er ivaleyst dreymurin hjá mongum pilti, sum er bitin av fótbóltinum og fótbóltsspælinum. At liva av tí, sum tú tímir allar best av øllum ljóðar lokkandi, og so eru tað fleiri, ið vinna nógvar pengar av fótbóltinum.
Men tað er eisini troyttandi at vera yrkisspælari, og teir flestu, sum liva av fótbóltinum, vildu ivaleyst skriva undir uppá, at medaljan hevur eina aðra síðu enn hana, sum tað sást og hoyrist um.
Vit hava ikki hoyrt frá Juliani Johnsson og Kurt Mørkøre, síðani teir hósdagin komu aftur til Sogndal. Tá høvdu teir verið burturi í landsliðsørindum í átta dagar. Men teir fáa ikki høvi at liggja á sofuni og hvíla eftir nógvu ferðingina og stóra stríðið í fyrst Luksemburg og síðani Moskva.
Í morgin fer Sogndal hópurin til Haugesund, har teir skulu spæla venjingardyst. Og hagani halda teir leiðina fram til Onglands. Teir fara við ferju úr Bergen og til Newcastle, og hagani fara teir til Leeds, har Sogndal skal venja frá týsdegnum og restina av vikuni.
Bara ein dystur er á skránni, og hann er ímóti einum øðrum norskum liði. Hósdagin á middegi skulu Sogndal og Tromsø spæla venjingardyst. Julian Johnsson, Kurt Mørkøre og liðfelagarnir koma aftur til Sogndal annan sunnudag. Har skulu teir leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Sjøt-ul verður settur á landskappingina um fjúrtan dagar. At setningurin í fyrsta umfari verður at varðveita sessin í bestu deildini er einki at ivast í.
Í fjølmiðlunum í Sogndal verður tosað og skrivað um, at kanska skulu onkrir nýggir spælarar koma til felagið, men enn er hetta ikki vorðið meiri ítøkiligt.
Altjóða dámur
1. liðs hópurin hjá Sogndal fer til Leeds at venja. Men tað verða eisini stundir at síggja góðan fótbólt. Mikukvøldið verður stórdystur á Ellen Road í Leeds. Heimaliðið, sum hevur staðið seg ógvuliga væl í europeisku meistarakappingini í ár, fær vitjan av Deportivo La Carounia, og Sogndal ferðaliðið skal fylgja við, hvussu tað fer at gangast hjá norðmanninum Eirik Bakke og hansara liðfeløgum. Komandi leygardag fær Leeds í eingilsku landskappingini vitjan av Southampton. Talan verður um fyrsta útidystin hjá teimum, eftir at Glenn Hoddle er stungin av og er farin til Tothenham, sum hann spældi fyri í so nógv ár. Kurt Mørkøre, Julian Johnsson og hinir í Sogndal fara at fylgja við í, hvussu dysturin fer at spæla av.
Meðan landsliðið var í Luksemburg, vistu okkara menn har niðri at siga frá Juliani Johnsson, at umboð fyri Bradford vóru og hugdu at dystinum. Julian hevði frammanundan verið á vitjan í Bradford. Føroysku pressuumboðini í Luksemburg mettu, at avrikið hjá Juliani var eitt tað mest sannførandi í 2?0 sigrinum fyri einari viku síðani.
Síðani tá hava vit einki hoyrt um, hvussu tað er við áhuganum hjá Bradford. Vit kunnu bara staðfesta, at Julian og Kurt eru á veg til Onglands í venjingarlegu, og at ætlanirnar enn eru, at teir báðir skulu hjálpa til, tá Sogndal fer at stríðast fyri at varðveita plássið í bestu norsku deildini.
jh