Julian Johnsson uppsagdur

Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin hevur mist venjarastarv sítt.

Gongdin hjá danska Svendborg hevur verið stak ring í seinastuni. Liðið hevur bert vunnið ein út av teimum seinastu sjey í triðbestu, donsku deildini, 2. division, og hetta merkir, at felagið úr Fyn nú er í stórum niðurflytingarvanda.

 

Inntil nú hevur fyrrverandi, føroyski landsliðsleikarin, Julian Johnsson, verið venjari hjá Svendborg. Í dag hevur felagið tó kunngjørt, at føroyingurin hevur mist venjarastarv sítt. 

 

- Eg vil fegin takka leikarunum, felagnum og øll tey rundanum fyri eina góða, men tó til tíðir harða tíð í felagnum. Beint nú eri eg argur og vónbrotin, tí at eg hevði eina sterka trúgv uppá, at vit kundu klára at yvirliva í deildini, júst sum vit gjørdu í fjør. Tó virði eg avgerðina hjá felagnum, og eg vóni, at Svendborg klárar at yvirliva í deildini aftur í ár. Hjartað mítt bankar framvegis fyri felagnum, sigur Julian Johnsson við danska bold.dk.

 

Í sínari tíð sum føroyskur landsliðsleikari spældi Julian Johnsson 62 dystir.