Julian Johnsson flytir til Danmarkar

Julian Johnsson er sloppin inn á læraraskúla í Svendborg, og í dag flytir hann til Danmarkar at búgva


Julian Johnsson er sloppin inn á læraraskúla í Svendborg, og í dag flytir hann saman við familjuni til Danmarkar at búgva.
- Eg má flyta til Danmarkar av praktiskum orsøkum, og eg havi tosað vði B68 um støðuna hjá mær. Vit hava funnið eina loysn, sum báðir partar kunnu liva við, og okkara samstarv heldur fram restina av árinum, sigur Julian Johnsson, sum í fjør var spælandi venjari hjá B68, men sum í ár bara hevur spælt, til Jóannes Jakobsen varð sagdur úr starvi fyri góðari viku síðani.
Hóast hann flytir til Danmarkar at búgva, gevst Julian tó ikki at spæla fyri B68, og hann verður við í teimum 10 dystunum, sum felagið hevur eftir at spæla í hesum kappingarárinum.
- Eg fari at venja niðri, men eg skal ferðast heim til dystirnar hjá B68 restina av hesum kappingarárinum, sigur hann.
 
Finna sær felag í Danmark
Julian fer í fyrstu syftu at venja í Svendborg, har fremsta felagið spælir í Danmarksseriuni, men hann ætlar sær at finna eitt annað felag, tá ið samstarvið við B68 endar.
- Eg kundi hugsa mær at funnið mær eitt felag, sum spældi í eini hægri deild, tí eg havi framvegis ambitiónir við fótbóltinum. Í vetur ætli eg mær av venja meira miðvíst við knænum, sum eg hevði skaða í, og so er ætlanin at fara at royna meg í onkrum felag í Danmark í januar mánaði, sigur hann.
Julian sleit í fjør krossband í knænum, men hann hevur nú spælt aftur seinastu vikurnar, og tað hevur gingið støðugt framá hjá honum.