Julian er klaksvíkingur. Mamman var Dagmar, sum var ættað uttan av Oyri, dóttur Samuel Michael Matras, festara í Uppistovu, og Carolinu, sum var úr Niðristovu í Gerðum. Pápin var Hans Jacob Jacobsen, sum var ættaður úr Grønu skriðu á Skipanesi. Foreldrini hjá honum vóru Elsebeth Maria, sum var úr Beitinum í Mikladali, og Tummas Jacobsen á Skipanesi.
Dagmar og Hans Jacob búðu fyrst úti á Oyri, og síðani fluttu tey heim undir Heygar at búgva, har tey vóru næstu grannar hjá Elduvíks Jógvani ella Heinesen, sum tey í grannalagnum plagdu at nevna henda merkismannin. Dagmar gekk í fiski, og Hans Jacob var sjómaður. Hann sigldi nógv við trolarum, og tey seinnu árini var hann ofta við norðmonnum. Tey fingu fimm børn: Elsebeth Maria fødd 1928, Anna Malena fødd 1929, Julian føddur í 1930, Sofus føddur í 1935 og Karl føddur í 1936. Mia doyði í 1962, Karl doyði í 1996, og Sofus doyði stutt fyri jól í 2003. Julian og Annelena búgva bæði í Klaksvík.
Julian hevur verið arbeiðsmaður og fiskimaður. Hann hevur róð nógv út, og inntil fyri stuttum var hann fastur egnari á Stongunum. Hóast hann nú hevur lagt dagliga arbeiðið frá sær, so tykist tað vera torført hjá hesum raska manninum at binda frið. Hann putlast altið við okkurt. Hegnið til handverk hevur verið gott. Julian arbeiddi í nógv ár hjá Josephsen, og tað er merkisvert, at hann hevur smíðað húsini hjá øllum børnunum.
Julian giftist í 1952 við Astu, fødd Klein og ættað úr Funningi. Tey bygdu á Gerðareiði, og tað er ikki smávegis, sum Julian stútt og støðugt hevur snikkað og snákað í og kring húsini í Kráargøtu. 20. desember í 2002 hátíðarhildu tey í hungaligum gullbrúdleypi, at tey høvdu livað hálva øld saman sum hjún. Asta hevur verið Juliani góð kona og børnunum góð mamma. Umframt at vera sálin í heiminum var hon upp móti tredivu árum á Kósavirkinum.
Asta og Julian eiga seks børn, sum øll búgva í Klaksvík. Sigga, fødd í 1953, er gift Mikkjali Petersen úr Víkunum. Dagmar, fødd í 1954, er gift Tommy Jacobsen úr Vatnsoyrum, Adolf, føddur 1956, er giftur Sólfríð Niclasen av Selheyggi, Hansy, fødd í 1959, er gift Sjúrði Sjúrðarberg av Bumshamri, Mia, fødd í 1963, er gift Jóhan Samuelsen av Selheyggi, og Ann, fødd í 1965, er gift Hans Fróða Hansen úr Havnini.
Abbabørnini eru fimtan og langabbabørnini eru trý. Familjan vitjar ofta í Kráargøtu, har tað í kvøld verður 75 ára føðingardagshald. J