Julian ivaðist ikki

Nýggi HB-venjarin, Julian Hansen, ivaðist ikki í at taka av, tá ið leiðslan í HB spurdi, um hann vildi taka sær av besta liði felagsins, tað ið eftir er av kappingarárinum.

Mikukvøldið var fyrsta venjingin hjá besta liðnum hjá HB undir nýggja venjaranum, Julian Hansen. At bæði leikarar og fólk kring HB vóru spent upp á at síggja nýggja venjaran, sást týðuligani, tí heilt fitt av ídnastu HB-fjepparunum høvdu lagt leiðina niðan í Gundadal til fyrstu venjingina hjá Julian.

Aftur til røturnar
Julian Hansen hevur búð í Danmark í nógv ár, og hann hevur fleiri ferðir staðið á odda fyri besta liðnum hjá ÍF Føroyum. Fótbóltsrøturnar hevur Julian annars í HB, har gjøgnum øll áttatiárini var fastur fúsur á besta liðnum. Julian var eitt skifti í 1997 eisini hjálparvenjari hjá HB.
Tað kom eitt sindur óvart á Julian, tá ið hann fekk fyrispurningin frá leiðsluni í HB um venjarastarvið:
- Tað hevði als ikki væntað, og eg taki tað sum eitt herðaklapp, at teir hugsaðu um meg, tá ið teir skuldu finna nýggjan venjara, sigur Julian Hansen.
Sjálvur sigur Julian, at tá ið hann fekk fyrispurningin frá HB, ivaðist hann ikki, tí tað hevur altíð verið ein dreymur hjá sær at verið venjari hjá besta liðnum hjá barndómsfelagnum.

Óttast ikki heita sessin
At hann tekur við eftir ein venjara, sum júst er koyrdur frá, er ikki nakað, sum Julian Hansen hugsar um, nú hann er farin undir venjingarnar.
- Eg hugsi ikki um tað, sum er farið, tí tað hevur sum so einki við meg at gera. Mítt fokus er upp á uppgávuna, sum liggur fyri framman, og hvussu hon verður loyst best. Eg veit væl, at hetta ivaleyst er heitasti venjarasessurin í Føroyum, men tað kann eg liva við, sigur Julian Hansen.
Eftir fyrstu venjingina við hópinum mikukvøldið helt Julian, at talan var um nógvar øgiliga ágrýtnar spælarar, men hann hevði eisini sæð nøkur grundleggjandi ting, ið hann saman við spælarunum skal arbeiða við.
Spurdur um tað er nøkur serstøk spælskipan, ið honum dámar fram um aðrar, og um tað er væntandi, at HB fer at nýta ein aðra spælskipan, nú hann hevur tikið við venjarastarvinum, sigur Julian Hansen:
- Tað ber ikki til at siga. Mín hugsjón er tann, at tað er spælaratilfarið, ið ger av, hvør spælskipan verður nýtt, og tí vil eg ikki læsa meg fastan í nakra skipan, uttan at kenna spælararnar nóg væl, sigur hann.
Julian Hansen er útbúgvin sosialpedagog, og hann starvast til dagligt við menningartarnaðum børnum í Danmark. Men skuldi tað hent seg, at HB bjóðaði honum venjarastarvið komandi ár, er tað ikki óhugsandi, at hann hevði tikið av, og saman við familjuni flutt til Føroya.
- Eg havi sjálvsagt arbeiði, børn, sum ganga í skúla, og hús, men eg dugi tó væl at ímynda mær at verið í Føroyum í eitt ár og arbeitt sum venjari, um tey praktisku tingini vóru í lagi, sigur Julian Hansen at enda.