Síðsti spælarin, sum mánakvøldið kom á Hotel Føroyar, var Julian Johnsson. Hann var ikki í Havnini fyrrenn um útvarpstíð mánakvøldið, eftir at hann umvegis Keflavík og Keypmannahavn hevði verið á flogi seks tímar.
Sunnudagin var flogfar úr Íslandi og til Føroya, men tað bar ikki til hjá Juliani at koma styttsta veg, tí hann og liðfelagarnir í ÍA á Akranesi spældu landskappingardyst á Akureyri sunnukvøldið.
Tá ið Julian kom úr Hull og aftur til Føroya lá tað í luftini, at lívið sum fulltíðar fótbóltsspælari skuldi skiftast út við útbúgving og 1. deildarfótbólt í Føroyum. Nú eru ætlanirnar broyttar. Julian Johnsson hevur fyri stuttm skrivað undir nýggjan sáttmála við teir á Akranesi, sum ber við sær, at Julian fer at spæla fótbólt í Íslandi í 2004 og í 2005. Í Íslandi fara teir undir fótbóltsárið stutt eftir nýggjár.
? Kappingarárið í ár endar um mánaðarskiftið september/oktober. Síðsti dysturin í hesum kappingarárinum verður steypafinalan. Vit vóna at verða annar parturin í finaluni, og vit hava framvegis møguleika at røkka málinum. Vit eru í hálvfinaluni, har vit skulu spæla ím óti KA av Akureyri, sum vit sunnukvøldið vunnu 3?2 ímóti á útivølli. Hálvfinalan og finalan verða spæld á Laugardalsvøllinum. Í landskappingini eru vit á fjórða plássinum. Vit vóna at røkka triðja plássinum, sigur Julian Johnsson, sum ikki heldur málini í steypakappingini og landskappingini vera burtur frá veruleikanum.
? Í landskappingini hava vit leingi ligið niðarlaga. Vit hava verið óstøðugir. Vit hava vunnið og tapt og tapt og vunnið. Hesar seinastu vikurnar hava vit fingið trý stig fleiri ferðir, og tað hevur havt við sær, at vit rættuliga hava gjørt eitt lop á støðutalvuni.
Julian Johnsson, sum í kvøld verður fyri 52. ferðina á landsliðnum, tykist vera fullur í sjálvsáliti. Í fyrsta dystinum, eftir at hann var komin til Akranesar, sat hann á beinkinum. Hann varð settur á vøllin í 2. hálvleiki, og síðani hevur hann verið á vøllinum í øllum dystunum á tamb.
? Íslendskur fótbóltur minnir bæði um norskan fótbólt og um tað slagið av fótbólti, sum vit spældu í Hull. Tað gongur skjótt fyri seg, og tað hevur stóran týdning at vera kropsliga væl fyri, tí talan er um rættuliga nógvar nærdystir ? bæði í luftini og á jørðini.
Tá ið Føroyar og Ísland dystaðust á Laugardalsvøllinum fyrr í summar, sat Julian Johnsson á beinkinum alt fyrra umfarið. Hann varð settur á vøllin eftir steðgin, og hann royndist millum teir stinnastu.
Tað var púra óvæntað, at Julian ikki var millum teir fyrstu ellivu, og sjalvur fjaldi miðvallarin ikki yvir, at hann var vónbrotin. Hesa ferð heldur hann møguleikan vera stóran fyri, at hann verður á vøllinum frá fyrsta bríksli.
? Eg kenni meg vera sera væl fyri eftir at hava verið við í nógvum tøttum uppgerðum í Íslandi. Harafturat er neyðugt við einum nýggjum manni á miðvøllinum, tí Fróði Benjaminsen er leikbannaður. Eg vóni, at tað verða boð eftir mær ? tað eiga allir at gera ? og eg veit, at tað verður neyðugt at stríðast allar 90 minuttirnar, um tað skal eydnast at fáa nakað burturúr ímóti íslendingunum.
Hvat roknar tú við, at úrslitið verður?
? Talan verður um nógvar nærdystir. Eg veit ikki, um talan verður um so nógvar upplagdar málmøguleikar, og býtið í málum verður ivaleyst eins tætt, og tað var, tá ið Føroyar spældu í Reykjavík fyrr í summar. Ta ferðina mistu vit javnleikin í evstu løtu. Hesa ferð hava vit aftur møguleika at røkka javnleiki og kanska at vinna.