Julian heldur fram á Amager

Julian Hansen hevur saman við Michael Madsen skrivað undir nýggjan trý ára sáttmála sum venjarapar hjá FC Amager

Skútan hjá Fremad Amager vendi veruliga, tá venjaraskifti varð framt í vár. Fremad Amager endaði kappingarárið við at vinna sær uppflyting til donsku 1. deild, og har verður tað eisini við dansk/føroyska venjaraparinum. - Bæði eg og felagið hava somu ambitiónir. Og eg gleði meg til at halda fram við samstarvinum við Julian og spælarahópinum, sigur Michael Madsen í tíðindaskrivi, sum er sent út í kvøld.