Flestu fólk mundu helst velja tí heitu loysnina og sita heim í gjár, tá kolandi stormur herjaði landið, men úti í Argjum savnaðust umleið fýrs rennarar til triðja umfar í TF Vetrarkappingini.
Tað var ikki tó ikki bara sum at siga tað, at kappast í stormi, og sambært heimasíðuni hjá Frælsur ítróttur Føroya, so vóru tað fleiri rennarar, ið máttu geva avboð til kappingina, umframt at vindurin gav teimum ungu, kviku og langlimaðu ein fyrimun.
Tað var eisini ein av teimum ungu rennarunum, ið vann kappingina hjá monnum í gjár. Teir fýra rennararnir Jan Elmar Sørensen, Eirik Hansen, Julian Gregersen og Guðmund Joensen, fylgdust meginpartin av teininum, har Eirikur Hansen lá á odda meginpartin av tíðini. Men tá komi varð niðan á Kongavarða løgdu teir báðir ungu í bólkinum, Julian og Jan Elmar, frástøðu frá sær og hinum og stevndu móti málinum.
Spenningurin um hvør fór at verða fyrstur um málstrikuna var í hásæti tá teir nærkaðust málinum, og við bert einum sekundi á muni eydnaðist tað Julian Gregersen at koma fyrstur á mál. Næstur varð Jan Elmar Sørensen, Guðmundur gjørdist nummar trý og Eirikur nummar fýra.
Hjá kvinnum vóru tað serliga tvær, ið góvu hvørja aðrari harða kapping leygardagin. Rigmor N. Arge lá í hølunum á Rebekku Fuglø allan dagin, men eins og hjá monnunum, so varð nógvi vindurin á síðsta teininum móti málinum ein fyrimunur fyri tann yngra rennaran, ið rann trygt á mál sum nummar eitt. Tá avtornaði var ein heilur minuttur á muni millum Rebekku og Rigmor. Nummar trý gjørdist Duruta R. á Lofti.
Hjá dreingjunum vann Hans Sivertsen sín fyrsta VK-sigur frammanfyri Dánjali Dahl Ljósheim, ið hevur vunnið hinar báðar fyrru kappingarnar, meðan Hans Erland Thomsen gjørdist nummar trý.
Hjá gentunum kom Maria Biskopstø fyrst á mál, meðan Oddvør Josephsen og Unn Ró Jacobsen endaðu ávikavist nummar tvey og trý.
Í unglingakappingini gjørdist Julian Gregersen eisini nummar eitt, frammanfyri Gunnar Sivertsen og Rógva Kárason á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Fyri fyrstu ferð í vetur vóru luttakarar í kappingini hjá kvinnununglingum. Danska Petra Mathilde Jørs vann kappingina og Anita Gregersen bleiv nummar tvey.
Rigmor N. Arge vann bólkin veterankvinnur. Nummar tvey gjørdist Durutu R. á Lofti og Krista Nielsen varð nummar trý.
Hjá veteranmonnum gjørdist Martin Gravesen nummar eitt, Guttorm Sørensen nummar tvey og Henry Olsen nummar trý.
Hjá superveteranunum gjørdist Jens R. Weihe, Rani Nolsøe og Kári Simonsen ávikavist nummar eitt, tvey og trý hjá monnum, meðan hjá kvinnunum var Cecilie Arendal fyrst á mál, og síðani komu Sunneva Olsen og Elisabeth Rasmussen.