Yrkisfótbóltur
Julian Johnsson fer í næstum til Íslands, har hann komandi fýra mánaðirnar skal royna seg hjá ÍA í bestu íslendsku deildini.
Hetta kom fram í íslendska Morgunblaðnum dagin fyri, at íslendska og føroyska landsliðið skuldu spæla sínamillum dystin leygardagin, og tá vit eftir dystin spurdu Julian um hetta, segði hann, at hetta var ikki heilt staðfest.
- Tað er rætt, at eg havi fingið eitt tilboð frá teimum um at koma uppaftur, men fyrst má eg tosa við teir í B36 um tað.
Tá Julian fyri einum ári síðani kom aftur úr Onglandi, tóktist tað annars, sum um hann ikki hevði tann stóra hugin at gerast yrkisleikari aftur, og at talan í øllum førum skuldi verða um eitt gott tilboð, um so skuldi vera.
- Ja, men tað er eitt gott tilboð, men sum sagt, so havi eg enn ikki tikið støðu til hetta, segði Julian, tá vit hittu hann í komuhøllini á flogvøllinum í Vágum.
Nú er tó greitt, at Julian fer av landinum aftur. Í B36 harmast tey sjálvandi um missin.
- Hatta kom ógvuliga óvart á okkum, tí vit vistu ikki av nøkrum. Tað er annars vanligt hjá okkum, at fyrispurningar eru um leikarar, men hesa ferð vistu vit so av ongum, fyrr enn vit frættu, hvat stóð í Morgunblaðnum. Vit tosaðu so saman, meðan hann var í Íslandi, og síðani hava vit so tosað saman aftur, men nú er tað so avklárað, og vit mugu bara konstantera, at leikarin er farin, sigur Kristian á Neystabø.
- Vit eru tó væl fólkaðir á miðvøllinum, so tað verður so ikki her og nú, at nakar styrkur verður fingin til vega, og í løtuni er tað so ikki tað, sum liggur okkum nærmast at hjarta, sigur formaðurin í B36 at enda.