Fótbóltur
Julian Johnsson duldi ikki fyri, at talan var um stórt vónbrot, tá teir noyddust stigaleysir av Svangaskarði sunnudagin.
Eg skal ikki siga, at talan var um ein so øgiliga góðan fótbóltsdyst. Men vit spæla fult upp til teir, og vit skapa eisini nakrar møguleikar. Vit skora bara ikki upp á tað, sum vit skapa, meðan teir skora, tá fáa ein veruligan møguleika, og so er søgan ikki stórt longur enn tað sama. Og tað er kanska eisini akkurát munurin á einum liði í ovaru hálvu og einum botnliði.
Hóast hetta, so heldur Julian avgjørt ikki, at toftamenn hava nakra orsøk at fella í fátt.
Avrikini seinastu vikurnar hava avgjørt verið góðkend, men marginalarnir vilja líka sum ikki í okkara part. Hinvegin, so vita vit, at tað serliga eru ÍF og VB/Sumba, sum vit skulu kappast við í botninum, og fyrst og fremst ræður um at halda hesa aftanfyri. Sjálvandi eru tað framvegis 42 stig eftir at spæla um, men talan verður kortini um serstakliga týdningarmiklan dyst, tá vit spæla í Vági komandi vikuskifti. Teir hava heimavøll, og tað er jóansøka, so tað verður uttan iva ein sera harður dystur, heldur Julian.
Hugsar enn um landsliðið
Seinasta árið hevur Julian verið burtur frá fótbóltinum við krossbandsskaða, og enn hevur hann bara einar fýra dystir í beinunum, síðani hann aftur kom á vøllin.
Men hóast hetta, so ivast stríðsmaðurin ikki í, at málið hjá sær aftur er at koma á landsliðið.
Tað er sjálvandi ikki til mín at gera av, men sjálvandi er tað málið. Sjálvandi restar enn nakað, áðrenn dystarvenjingin er nóg góð, men tað er bert háttur at fáa hetta upp á pláss. Og tað er við venjing, sigur Julian. Við 61 landsdystum á kontini er Julian tann spælarin, sum eigur triðju flestar dystir fyri Føroyar.