Hull City spældi leygardagin á útivølli móti Halifax, sum er á niðasta sessinum í ensku triðju deild.
Hull spælir hinvegin fyri uppflytan til 2. deild, og størsta partin av dystinum var tað eisini sjónligt, at munur var á liðunum. Tað gekk tó leingi sera striltið hjá Hull at fáa málið, sum kundi avgera dystin til teirra fyrimun.
Nakrir góðir møguleikar vórðu misnýttir, men tá teir so fingu hornaspark í 38 minuttir bragdaði. Bólturin varð sendur nær inn móti málinum, og har eydnaðist Julian Johnsson at toyggja seg framum málverjan hjá heimaliðnum og stýra bóltin í kassan.
Restina av dystinum ráddi so bert um hjá Hull at halda fast, og yvir høvur varð hetta gjørt uttan teir stóru trupulleikarnar. Í yvirtíðini var tó um reppið, at alt skramblaði saman.
Eitt heldur margháttligt mistak viðførdi, at álopsleikari hjá Hull kom at sparka bóltin langt oman móti egnaru hálvu. Álopsleikari gjørdist leysur við málverjanum hjá Hull, men við eini flottari dupultbjarging vórðu stigini kortini vard, og enn hevur Hull møguleikan at tryggja sær beinleiðis uppflytan í aðru deild. Skal tað eydnast, skulu Julian og teir upp á trijða plássið í deildini, og hetta er í løtuni fýra stig burturi.