Í Onglandi spæla teir fótbólt av øllum lívsins kreftum. Leygardagin var Hull á útivølli ímóti Darlington, og tað eydnaðist Juliani Johnsson og liðfeløgunum at koma til hús aftur við øllum.
Hull vann 1?0. Hetta var annar útisigurin hjá teimum í hesum kappingarárinum.
Hendingarrík lítil løta
Fyrsta stóra hálva tíman var heimaliðið omaná, og teir løgdu stórt trýst ímóti málinum hjá Hull. Teir høvdu fleiri vandamikil hornaspørk, og onkra ferðina var um reppið, at teir fingu bóltin í netið.
Síðstu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki hevði Hull takið. Spælið var eitt sindur harðligt, kanska eisini tí vøllurin var eitt sindur óslættur, og síðstu fimm minuttirnar var tað eitt sindur ógvusligt. Umframt at Hull skoraði upp á brotsspark, so fingu tríggir av spælarunum hjá teimum gult kort, og ein sá reytt.
Málið fekk Hull upp á brotsspark í næstsíðsta minuttinum av 1. hálvleiki. Rodney Rowefelder, sum tær seinastu ferðirnar hevur tikið sær av brotsspørkunum, varð skaddur, tá hann varð feldur. Tí tók Gary Alexander, sum fyrr í hesum kappingarárinum hevði misnýtt brotsspark, sær av royndini úr ellivu metrum, og tað eydnaðist væl.
Blóðið var rættuliga heitt undan steðginum. Hull menninir vóru sera illa nøgdir við, at dómarin vísti David Beresford av vøllinum. Hann varð útvístur fyri at vera lopin í eina takling við samlaðum beinum. Hull menninir søgdu, at teirra spælari hevði ikki havt kontakt við mótstøðumannin.
Julian alla tíðina
Í 2. hálvleiki var setningurin hjá Hull fyrst og fremst at verja tepru leiðsluna, og tað eydnaðist sera væl. Darlington hevði bóltin væl meiri, men teir 5.163 áskoðararnir staðfestu, at intensiteturin var ikki heilt tann sami, sum hann hevði verið, og upplagdu málmøguleikarnir vóru fáir og smáir.
Julian Johnsson við 15?talinum á rygginum var aftur hesa ferð á miðvøllinum allar 90 minuttirnar, og hansara partur lá avgjørt ikki eftir.