Julian Johnsson var við aftur í hópinum hjá Hull City týskvøldið, tá liðið tapti 2-1 móti York. Julian var ikki við, tá Hull leygardagin vann 3-0 móti Shrewsbury, tí hann lá sjúkur. Nú er hann so komin fyri seg, og venjarin valdi at taka hann við.
Julian varð settur á vøllin eftir 68 minuttir, tá venjarin framdi tríggjar útskiftingar í senn.
Tá var Hull aftanfyri við tveimum málum móti ongum. Útskiftingarnar hjálptu tó beinanvegin, tí tríggjar minuttir seinni minkaði Hull um munin til 2-1 við brotssparki, sum áleyparin Rowe setti í netið.
Hóast Hull legði stórt trýst á málið hjá York seinastu tjúgu minuttirnar, eydnaðist tað ikki at fáa útjavnandi málið. Tó, Hull hevði fleiri góðar málmøguleikar, sum kanska skuldu givið mál.
York fekk tey avgerandi málini við stuttum millumbili tíðliga í fyrra hálvleiki. Eftir 13 minuttir legði York seg framum og tríggjar minuttir seinni var støðan 2-0. Hóast Hull hevði fleiri málmøguleikar, eydnaðist tað ikki at fáa bóltin inn.
Hull leikararnir fingu av at vita í hálvleikinum, tí teir løgdu hart út frá byrjan av eftir steðgin. Men tó spurdist einki burturúr leikligu yvirvágini.
Tá góðir tjúgu minuttir vóru eftir at spæla ger venjarin, Brian Little, bart og fremur tríggjar útskiftingar. Millum teir, ið vórðu settir á vøllin, var Julian Johnsson. Tó fekk Hull heldur ikki hesuferð nakað burturúr á útivølli.
Julian var við í nógvum, tá hann kom á vøllin, men tað var ikki nóg mikið.
Soltið á útivølli
Hull hevur ikki havt góða úrtøku á útivølli. Hetta seinasta tapið var tað fimta í røðini, har Julian og liðfelagar hansara tapa á útivølli.
Tá Hull vann tveir heimadystir á rað linkaði trýstið á leikararnar og venjaran, men um henda gongdin heldur fram, fer Hull ikki at vinna sær uppflyting í ár.
Heili 3.500 áskoðarar frá Hull høvdu lagt leiðina til York, men teir fóru allir vónbrotnir heimaftur.
Hull er tó framvegis við í stríðnum um uppflyting. Liðið liggur á fimta plássi við 47 stigum eftir 30 dystir. Oddaliðið er Plymouth, sum hevur 61 stig. Hull hevur á ongan hátt mist møguleikan av flyta upp, men tann skeiva gongdin má vendast skjótast gjørligt, tí liðið er dragnað nakað frá oddinum seinastu vikurnar, og hesin dysturin gav ikki vón um nakað betri fyri framman.










