Julia Naomi skoraði í fyrsta dystinum fyri AGF

Gjensidige Kvindeligaen: Ásla Johannesen spældi allan dystin, meðan innskifta Julia Naoomi Mortensen skoraði í 5-2 tapi

Ásla Johannesen spældi allan dystin, meðan innskifta Julia Naoomi Mortensen skoraði, tá AGF tapti 5-2 móti favorittunum úr Fortuna Hjørring í bestu kvinnudeildini í Danmark.

 

Besta kvinnudeildin í Danmark byrjaði um vikuskiftið. Hon hevur fingið størri áhuga fyri okkum úr Føroyum, tí tveir føroyskir spælarar spæla við AGF. Tað er alment kent, at liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum, Ásla Johannesen, hevur skift til AGF frá FC Midtjylland.

 

Hon sær út til at verða keypt inn til vinstra bakkin. Hon byrjaði inni í dag, tá AGF møtti stórfavorittunum úr Fortuna Hjørring. Longu aftaná eitt korter vóru gestirnir á odda 3-0. Ásla Johannesen spældi eftir umstøðunum ein góðan dyst. Hon var bæði við í álopsstøðum og uppspælinum.

 

Í dag var Julia Naomi Mortensen eisini á dómaraseðlinum hjá AGF. Hon hevur spælt við HB, men hevur seinastu vikurnar verið partur av hópinum hjá AGF. Hon kom inn í seinna hálvleiki og skoraði Hon rakti gott nokk ein mótstøðuspælara, og tað er skrásett sum eitt sjálvmál, men á AGF hava tey skrásett Juliu Naomi Mortensen.