Í vikuni ognaði Julia Joensen úr Nólsoy sær ein málning, sum listamaðurin, Eivindur Mohr, hevur málað. Julia vann málningin við lutaseðli sum er almanakkin hjá Javna Hvønn mánaða verður drigið um vinningarnar í álmanakkanum hjá Javna, men fleiri vinningar verða ongantíð heintaðir ? helst tí, at fólk gloyma ella ikki vita, at álmanakkin eisini er ein lutaseðil.
Men í vikuni ringdi ein fegin Julia Joensen úr Nólsoy, tí almanakkin hjá henni hevði vunnið, og í gjár kom hon inn á gólvið hjá Javna eftir vinninginum.
Vinningurin er ein málningur, ið Eivindur Mohr hevur málað.
Julia Joensen var stórliga fegin um vinningin.
Seinastu trý árini hevur Javni selt álmanakkar við ymiskum evnum, og Javnaálmanakkin 2010 er gjørdur sum ein familjukalendari, tann fyrsti av sínum slag á
føroyskum.
Familjukalendarin er gjørdur soleiðis, at upp til 5 fólk
kunnu skriva avtalur og annað at minnast til, og er hann soleiðis eisini ein hent hjálp í familjuni.
Sølan av familjukalendaranum byrjar leygardagin 31. oktober, sum er høvuðssøludagur. Tá ætlar Javni at náa so nógvum húskjum kring landið sum gjørligt.
Sølan heldur síðan fram, til øll húski í Føroyum hava fingið vitjan av Javna.
Kostnaðurin fyri kalendaran er 100 krónur.