Jugoslavia avtikið

Jugoslavia verður nú endaliga strikað av evropeiska kortinum. Tað hendir, eftir at tjóðartingið týsdagin samtykti at upploysa Jugoslavia, sum ístaðin fyri verður partur av samveldinum Jugoslavia Montenegro.
Til hetta kravdist nýggj grundlóg, og tá tingið atkvøddi um hana, atkvøddu 84 tinglimir fyri og 31 ímóti. Samstundis varð avgjørt at velja eitt nýtt tjóðarting innan fjúrtan dagar. Har verða 91 umboð úr Jugoslavia og 35 úr Montenegro. Tingið skal so velja nýggjan forseta, sum skal sita í fýra ár.
Beograd verður høvuðsstaður í Jugoslavia Montenegro, men hægstirættur skal hava sæti í Podgorica. Ein felags herur skal eisini skipast.