Eftir ætlan skal ein jugslaviskur bak-spælari spæla við Neistanum í vetur. Úr Neistanum verður sagt, at hann kemur til Føroya um vikuskiftið, og tá skulu so síðstu smálutirnir fáast uppá pláss.
Missa týðandi leikarar
Neistin missir fleiri týðandi leikarar frá liðnum, sum í fjør vann silvur bæði í lands- og steypakappingini.
Kollfirðingurin Heini Joensen fer til Danmarkar í lestrarørindum, og Hans Áki D. Christiansen er farin aftur í Kyndil. Tað gjørdist eisini greitt í farnu viku, at Petur Magnusson heldur ikki verður í Neistanum, tí hann fer at leika við H71 í vetur.
Ári Rouch og Karl Oddmar Rasmussen verða heldur ikki at síggja á liðnum í ár, tí báðir verða staddir uttanlands komandi árið. Tað tykist eisini sera óvist, um John Petersen fer at spæla hondbólt í vetur, og tískil verður talan um, at fleiri profilar frá í fjør, sum ikki vera við í ár.
Tað er tí onki undarligt í, at Neistin hevur leitað sær styrk uttanlands, og úr Neistanum siga tey, at tað, tey hava sæð á sjónbandi av nýggja jugoslavanum, boðar frá, at hann avgjørt verður ein styrkur fyri Neistaliði í vetur.
Beiggi Brian Nielsen venur í Neistanum
Seinastu dagarnar hevur eisini verið hoyrt, at beiggi ein navnframan danskan boksara, hevur vant við Neistanum. Talan skal verða um beiggja kenda boksaran Brian Nielsen, sum dagliga starvast á marinustøðina í Mjørkadali. Beiggi Brian, Jesper Nielsen, er málverji, og hevur spælt hondbólt á høgum støði í Danmark, men hetta er fyri nøkur ár síðan. Tað er tó ikki talan um nakran sáttmála millum Jesper Nielsen og Neistan.









