Jugoslavarnir hjá KÍ aftur seinkaðir

-

Teir báðir jugoslavarnir, sum KÍ skal hava á liðið, eru framvegis ikki komnir til landið.


Formaðurin í KÍ váttaði annars fríggjadagin fyri Sosialinum, at jugoslavarnir komu til Klaksvíkar leygarkvøldið, men nú koma teir í fyrsta lagi týsdagin.


Málverjin og álopsspælarin úr Jugoslavia hava leingi verið ávegis, og teir vera ikki við, tá KÍ sunnudagin skal spæla móti GÍ í landskappingini.