Jugoslavar liggja framvið

Eftir eina stak ringa byrjan upp á undankappingina, hevur Jugoslavia nú kortini góðar møguleikar at tryggja sær luttøku í HM-endaspælinum

 

HM-undankapping


Eftir trivaliga sigurin á Føroyum, tykjast jugoslavar nú brádliga at fóta sær í bólki eitt í undankappingini til HM. Ikki minst tí Slovenia á útivølli vann ein heldur óvæntaðan sigur á Sveis.

Jugoslavar hava framvegis tvey stig upp til Slovenia á øðrum plássi, men minnast skal til, at Slovenia misti tvey stig á Svangaskarði í fjør, og tað kann tí tykjast, at Jugoslavar eru liðið, sum hava vunnið mest, við at hava Føroyar í sínum bólki. Bæði orsaka av stignum, sum vit fingu móti Slovenum, og tí málúrtøkan hjá Jugoslavia batnaði heilt nógv eftir føroyavitjanina.

Undir øllum umstøðum hevur tað nú laga seg soleiðis, at jugoslavar sjálvir sita við lyklinum, tá tosast skal um atgongd til næst ovasta sessin í bólkinum. Eftir at teir í august skulu avgreiða útsetta dystin móti Føroyum, skulu teir fyrst vitja í Sveis, áðrenn Slovenia kemur á vitjan. Ein javnleikur í Sveis og sigur á heimavølli móti slovenum eru tí helst nóg mikið hjá Jugoslavia, treytað av at talan verður um sigrar, tá Føroyar og Luksemburg vitja.