Jürghinn í Perluni

Perlukonsertirnar fríggjakvøld halda fram.

Jazzfelagið í Havn er, saman við Tutl, farið undir at hava konsertir í Perluni í Havn hvørt fríggjakvøld.

 

Hetta er ein roynd at taka uppaftur táttin við livandi tónleiki í Perluni, sum vanligt var í gomlu Perluni í Vágsbotni, sum var tikin niður fyri mongum árum síðani.

 

Fríggjakvøldið klokkan 21.00 er tað Jürghinn, ið fer á pallin í Perluni millum Reinsaríið og Miðlahúsið í Tórsgøtu.