Jürgen Klopp kann gerast týskur landsliðsvenjari

Um Týskland klárar seg illa undir EM-endaspælinum í summar er ikki óhugsandi, at Jürgen Klopp gerst landsliðsvenjari

Komandi summar gevst Jürgen Klopp sum høvuðsvenjari hjá Liverpool, og longu nú eru nógvar gitingar frammi hvat verður hansara næsta starv.

 

Ein av søgunum er, at um Týskland hevur eitt slakt avrik til komandi EM-endaspælið í fótbólti, so er sannlíkt, at Jürgen Klopp gerst týskur landsliðsvenjari.

 

- Givið er, at Klopp er ein frálíkur venjari, og hann hevði gjørt tað væl sum landsliðsvenjari. Lat okkum síggja hvat hendir undir EM-endaspælinum, og hvør støðan verður tá. Sigur varaforsetin í týska fótbóltssambandinum, Ronny Zimmermann við fótbóltsmiðilin, Goal. 

 

Ju­li­an Nag­els­mann er høvuðsvenjari hjá Týsklandi, men tað hevur gingist illa hjá honum. Undir hansara leiðslu hevur Týskland tapt 0-2 fyri Eysturríki, 2-3 fyri Turkalandi, og hevur leikt javnt 2-2 móti Meksiko. Tað er alt annað enn nøktandi fyri kræsnu týsku fótbóltsmiðlarnar og týsku fjeppararnar. Og røkkur Julian Nagelsmann ikki einari góðari endastøðu í EM-endaspælinum, so er sannlíkt, at hann verður koyrdur frá sum landsliðsvenjari.