Judo vaks og følnaði við Oyggjaleikum

Judo upplivdi eina stóra framgongd í Føroyum, árini eftir 1989, men miðskeiðis í 90’unum varð ítróttargreinin tikin av skránni í oyggjarleikahøpi, og tað var dyggur smeitur

Ein av teimum sum var við í tíðarskeiðnum, tá judo vann Føroyum nógv heiðursmerki á oyggjaleikunum, árini 1989-1995, er Benny Eidesgaard, koyrilærari.

Benny greiðir frá, at tá tað var staðfest, at Føroyar skuldu vera vertir fyri oyggjaleikunum í 1989, gjørdi nevndin í judosambandinum eitt stórt arbeiðið fyri, at judo skuldi gerast ein av ítróttargreinunum á oyggjaleikunum.

– Vit høvdu lítið og einki av altjóða avbjóðingum, áðrenn oyggjaleikirnar í 1989. Vit høvdu samstarv við onkur feløg niðri, og vóru til onkrar kappingar í Aalborg, og tað var tað vit strembaði eftir tá. Men so komu oyggjaleikirnir í 1989, og tað setti veruliga ferð á judoítróttina í Føroyum, sigur hann.


Judo tað fyrsta

Og væl gekk hjá judoíðkarunum á heimavølli.

- Eg minnist, at tað fyrsta heiðursmerki Føroyar fingu á oyggjarleikunum, var eitt gullheiðursmerki í judo. Vit vunnu fýra gull, tvær silvur og eina bronsu.

Spurdur um hvussu støði var, svarar Benny:

- Vit kendu einki til okkara kappingarneytar, tað høvdu bert verið innanhýsis kappingar, men í mun til tað sum vit vóru vanir, so var støðið á einari leið.

Um týdningin av, at judo gjørdist partur av oyggjaleikunum, er Benny ikki í iva.

- Vit sum vóru aktivir tá fingu eina nógv betri motivasjón, men eg vil siga, at tað stóra skumpið kom, tá oyggjaleikirnir í Føroyum vóru farnir aftur um, tí tá løgdust nógv nýggj fólk aftrat. Vit fingu góða umtalu og góð úrslit.

- Vit høvdu eisini rímiliga góðar umstøður, so vit kundu taka ímóti judoíðkarunum frá hinum oyggjasamfeløgunum. Eftir teimum karmunum, sum tá vóru, so vóru fólk nøgd, men eg trúgvi ikki, at umstøðurnar høvdu verið nøktandi fyri tey sum íðka judo í dag.


Var í Álandi

Tá oyggjaleikirnir vóru í Álandi í 1991, var Benny Eidesgaard millum íðkarnar. Í bólkinum undir 60 kg vann hann gull, og Sam Vang vann silvur, tá oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Á Álandi býttu teir um, Sam vann gull og Benny vann silvur.

– Eg minnist, at vit fóru við flogfari úr Føroyum, og eg minnist, at vit gistu á einum skúla. Vit komu tætt uppá hvønn annan, og høvdu eitt stórt samanhald. Ein kom at kenna onnur ítróttarfólk, sum ein bara hevði sæð og hoyrt um. Hýrurin var ótrúliga góður.

Á Álandi fingu føroysku judoíðkarnir eitt gullheiðursmerki, fýra silvurheiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki.

– Eg vil kortini siga, at vit vóru betri skipað og betri fyri, enn vit vóru til oyggjaleikirnar í Føroyum.


Feigdarboðini á Gibraltar

Benny var aftur við á oyggjaleikunum á Isle of Wight, og í Gibraltar í 1995. Føroysku judoíðkarnir fingu heili 12 heiðursmerki, trý gull, trý silvur og seks bronsuheiðursmerki, talan var um besta úrslitið nakrantíð. Men so bleiv ein bumba slept! Judo var ikki á skránni til oyggjaleikirnar á Jersey í 1997.

– Vit skiltu als ikki boðini, tí tað var nóg mikið av oyggjum, sum tóku lut í judokappingunum.

- Eg skilji enn tann dag í dag, ikki at slíkt kundi henda.

Benny og hinir judoíðkarnir vóru allir í judoklæðum til endahátíðina á Gibraltar. Komnir til básin hjá teimum útvaldu harrunum í oyggjaleikahøpi, settu judoíðkarnir seg niður, soleiðis sum gjørt verður, tá judoíðkarar heilsa.

– Eg minnist, at eg segði við Búgva Poulsen, at vit máttu markera okkum enn meiri. Endin var, at vit stillaðu okkum út á miðringin á leikvøllinum. Hetta var gjørt fyri at kanna hvussu nógv hildu við okkum, greiðir Benny frá.

Endin var, at meiri enn helvtin av íðkarunum á oyggjaleikunum komu út til miðringin, fyri at geva judoíðkarunum sín stuðul.

Men lítið batti, judo var útifryst frá oyggjaleikunum í heili 12 ár.

Benny undirstrikar, at hevði tað ikki verið fyri nakrar fáar eldsálir, so doyði judo út í Føroyum. Benny og onnur við honum mistu motivasjónina, tá oyggjaleikirnir gjørdist eitt lukkað land fyri tey.

Benny fegnast um, at judo aftur er við á oyggjaleikunum, og vónar inniliga, at hesaferð verður judo ein fastur táttur á oyggjaleikunum í framtíðini. Tí judoíðkarnir mugu hava eina gularót.