Judo: Malaki og Mariam eru føroyameistarar

Malaki Vang Niclasen er føroyameistari

Fyrsta finalan í judo fór fram fyri løtu síðani.

Hetta var finalan hjá mansunglingum, ið viga minni enn 55 kg.

 

Tað vóru Malaki Vang Niclasen og Fríði Magnusson Carlsson- báðir úr Havna Judofelag, ið skuldu dystast.

 

Dysturin var stuttur og gekk fyri seg á gólvinum meginpartin av tíðini.

Malaki royndi í trimum umførum at sifta Fríða, men Fríði fekk vart seg væl so at tað ikki eydnaðist at leggja hann á ryggin.

Men í triðu syftu eydnaðist tað. Malaki fekk hildið Fríða á rygginum tey neyðugu 25 sekundini, og so var dysturin av.

 

Harvið kundi Malaki kalla seg føroyameistara í hesum vektbólki.

 

Harmilig støða hjá kvinnum undir 63 kg

Eftir dystin hjá mansunglingum stóð finalan hjá kvinnum undir 63 kg á skránni.

Men finalisturin, Maiken Bringsberg úr Klaksvíkar Judofelag var vorðin sjúk, og fekk ikki dystast í hesi finaluni.

Sostatt gjørdist Mariam Al Kanaani úr Klaksvíkar Judofelag føroyameistari í vektbólkinum undir 63 kg uttan dyst