Judo: Bronsa og heilaskjálvti í Reykjavík

Í dag hava 4 føroyskir judoíðkarar luttikið í Reykjavík International Games

Í dag hava fýra føroyskir judoíðkarar luttikið í Reykjavík International Games. Dánjal á Krákusteini og Bárður Hentze Lenvig, báðir úr Havnar Judofelag, kappaðust hjá monnum undir 66 kg.

 

Dánjal var so óheppin í sínum fyrsta dysti, at høvdið tók, tá hann varð kastaður, so hann fekk ein lítlan heilaskjálvta. Í samráð við stevnulæknan varð tikin avgerð um, at hann helt ikki fram at kappast. Bárður kom fram til bronsufinaluna, har hann tíverri tapti javna dystin, so hann endaði a 5. plássi.

 

Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag kappaðist hjá monnum undir 100 kg. Hann megnaði eisini at koma í bronsufinaluna, har hann bleiv kastaður og tapti dystin, so eisini hann endaði á 5. plássi.

 

Silja Johannesen úr Sunda Judofelag kappaðist hjá kvinnum undir 66 kg. Eisini hon megnaði at koma í bronsufinaluna, sum hon eisini vann sannførandi, so hon vann eitt bronsuheiðursmerki til Føroyar. Silja luttók eisini í hesari kappingini í fjør, og fleiri av íslendsku fyrireikarunum høvdu á orði, hvussu nógv hon hevði forbetra seg hetta árið, so tað er eisini eitt herðaklapp til hennara.

 

Umframt teir 4 leikararnar, so høvdu Føroyar eisini ein dómara við til kappingina. Tað var Andrias Sumberg úr Sunda Judofelag, sum hevur B-licens frá danska judosambandinum, og hann stóð seg sera væl í dømingini.