Judas-evangeliið er ikki eitt evangelii

- Hetta evangeliið er heldur ikki skrivað av Judasi, sigur Jógvan Zachariassen úr samkomuni Lívdini í Hoyvík

Jógvan Zachariassen slær í stuttari viðmerking fast, at sum eitt søguligt handrit er Judasar evangelium hóast alt sera umráðandi.
- Tað kastar ljós á tann gnostiska litteraturin, sum var í ringrás í 2. øld eftir Kristi føðing, sigur hann.
Hann vísir á, at tilsamans eru 21 sokallað gnostisk "evangelium" funnin.
- Felagsnevnarin er tann, at tey øll stríða móti læruni í teimum fýra evangeliunum hjá Matteusi, Markusi, Lukasi og Jóhannusi.
Judasar evangelium er ikki eitt evangelium og er heldur ikki skrivað av Judasi.
- Tað sigur okkum líka lítið um sambandið millum Jesus og Judas, sum "Jesus Christ Superstar" hjá Andrew Lloyd Webber og Tim Rice, gjørdi.
-         Í Judasar evengeliunum verður tann nógv hataði Judas settur í eitt gott ljós. Her verður svíkjarin gjørdur til mannin, ið hjálpti sál Jesusar at verða loysta úr likamliga fangahúsi sínum, sigur Jógvan Zachariassen at enda.