Jubileumskonsert

Sunnudagin verður konsert í Glyvra skúla í sambandi við, at 40 ár eru liðin, síðan Nes Sóknar Musikkfelag byrjaði at spæla

Á konsertini, sum verður í fimleikarhøllini í Glyvra skúla sunnudagin 10. november kl. 16, verður blandað úrval av tónleiki: marsjir, føroysk og útlendsk løg, umframt 2 stykkir, har Jóngerð J. Olsen (alt-horn) og Áki L. Hansen (kornett) fara at spæla solo. Venjari og dirigentur er Ken Jones.
Nes Sóknar Musikkfelag bleiv stovnað í 1962. Orkestrið byrjaði at spæla á heysti í 1963 og hevur sostatt 40 ára jubileum í ár. Hetta varð í vár hátíðarhildið við at árliga musikkstevnan var í Runavík dýra biðidag. Einir 200 spælarar úr 8 orkestrum um alt landið vóru til stevnuna, sum eydnaðist sera væl. Í heyst verður so skipað fyri hesi jubileumskonsertini, og har verða eisini brot úr søgu felagsins tikin fram.
Fjøltáttað samstarv
Spælarnir eru av Strondum, Skála, Lamba, Runavík, Rituvík, Æðuvík, Toftum og úr Oyndarfirði. Vant verður báðu megin fjørðin og í Oyndarfirði. Virksemið hjá orkestrinum er sostatt dømi um eitt positivt, vælvirkandi samstarv tvørtur um bygda- og kommunumørk.
Í løtuni eru yvir 30 spælarar, sum eru millum 10 og 75 ár. Meira enn helvtin av spælarunum eru undir 20 ár. Undómurin trívist væl í orkestrinum og støðið er hækkað munandi tey seinastu árini, serliga orsakað av góða samstarvinum við Musikkskúlan. NSM hevur havt góðar, væl útbúnar venjarar øll árini: Símun Nónklett, Sámal Lamhauge, Albert Meeg, Kenneth McLeod, Graeme Rudd, Martin Mouritsen og núverandi venjaran, Ken Jones.
Nýggj instrument
Instrumentini hjá orkestrinum eru frá 1963 og ein partur frá 1973. Tey eru nógv slitin og ljóð-góðskan er ikki tann besta. Sostatt eru tey keypt í tveimum, við 10 árum ímillum og afturat tí hava fleiri spælarar instrument frá sínum musikkskúla. Hetta ger, at kvaliteturin er sera ymiskur, og ringt er at fáa alt at stemma saman.
Ætlanin er tí at keypa nýggj instrument. Hetta er eitt rættuliga stórt tak at fara undir, tí nýggj instrument kosta fleiri hundrað túsund krónur. Nakað av peningi er samlaður við bingo, tombola og øðrum tiltøkum. Søkt verður eisini um studning frá kommunum, stovnum og fyritøkum, og vóna tónleikararnir í NSM at fáa góða undirtøku.
Tiltøk fyri framman
Konsertin sunnudagin er fyrsta tiltak, orkestrið spælir til síðan summarsteðgin, og longu í næstu viku verður farið undir at venja jólatónleik, sum ætlanin er at framføra á eini kirkjukonsert um miðjan desember. Annars spælir orkestrið regluliga til mong ymisk tiltøk, t.d. tendring av jólatrøum, flaggdagshald, fimleikaframsýningar, stevnur, konsertir o.t.
Fyrireikararnir vóna, at nógv nýta høvið at njóta ein tíma við góðum horntónleiki í fimleikarhøllini í Glyvra skúla sunnudagin kl. 16. Ókeypis atgongd er til konsertina.